Continia
Hevur tú tørv á at skipa tíni viðurskiftir viðvíkjandi innkomnum gjøldum, útreiðslum og bókhaldi? Fá mest burturúr tínari Microsoft Dynamics-skipan við loysnunum frá Continia.
Loysnirnar vit kunnu bjóða umvegis Continia eru:
- Collection Management – til innkrevjing av gjøldum
- Document Capture – til keypsváttanir og kreditnotur
- Document Output – til yvirlit av skjølum
- Expence Management – til skrásetan og góðkenning av útreiðslum
- MobilePay – til gjald við MobilePay
- Payment Management – til gjøld umvegis bankaflyting
- XML Import – til sjálvvirkna viðgerð av faktura
- Statement Intelligence – til sjálvvirkna gjaldstilgongd
- Web Approval Portal – til góðkenning av skjølum
- XML Export – til at senda skjøl elektroniskt
Tá tú velur eina loysn frá Continia, veitir NAV2DAY vegleiðing til íverksetan og uppsetan, umframt fyrstafloks support.
Loysnirnar frá Continia verða í dag brúktar av fleiri enn 15.000 Dynamics NAV/BC kundum.
Hevur tú spurningar um loysnirnar frá Continia, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tað ber eisini til at lesa meira um loysnirnar, við at trýsta á knøttin niðanfyri.
LS Retail
Við LS Retail kann NAV2DAY veita heildarloysnir, sum hóska seg júst til tín tørv. Heildarloysnirnar geva tær møguleika at avgreiða øll tíni viðurskiftir frá einum og sama stað, sum merkir, at tað slepst undan at arbeiða frá fleiri ymiskum forritum.
Við LS Central fært tú bæði roknskaparskipan og kassaloysn í einum, har tú umframt kanst skipa mannagongdir, minka um útreiðslur og skapa eitt týðandi yvirlit yvir fyritøkuna. Eisini kanst tú fáa innlit í tína fyritøku, har møguleiki er fyri at skapa og greina hagtøl fyri tínum virksemi.
Við LS Retail fært tú eina skipan, sum umfatar allar partar í fyritøkuni – frá høvuðsskrivstovu til tann einstaka arbeiðaran. Loysnirnar umfatar fíggjarstøðu og sølu, Customer Relationship Management (CRM) og vørusamskipan.
Loysnirnar vit kunnu bjóða umvegis LS Retail eru:
- LS Central – til smásølu og handil
- LS Central – til gistingarhús
- LS Central – til matstovur
- LS Central – til apotek
- LS Central – til størri virksemi
Loysnirnar frá LS Retail eru millum heimsins mest framkomnu, og hava yvir 60.000 smásølukundar og 135.000 POS-terminalar í nýtslu. Allar loysnirnar eru grundaðar á Microsoft Dynamics NAV.
Hevur tú spurningar um loysnirnar frá LS Retail, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tað ber eisini til at lesa meira um loysnirnar, við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Tasklet Factory
Fá mest burturúr tínari lagurstýring við Mobile WMS frá Tasklet Factory.
Í samstarvi við Tasklet Factory kann NAV2DAY veita eina heildarloysn fyri tína lagurstýring, sum kann tillagast tínum tørvi. Skipanin er eitt sokallað Mobile Warehouse Management System (Mobile WMS), sum verður tilknýtt tínari Microsoft Dynamics-skipan.
Loysnirnar vit kunnu bjóða umvegis Tasklet Factory eru:
- Mobile WMS til Dynamics 365 BC / NAV – standard loysn
- Mobile WMS til Dynamics 365 FO / AX – víðkað loysn
Skipanin er løtt at brúka, hevur eitt einfalt snið, og gevur tær fult innlit í títt virksemi á lagrinum. Somuleiðis kann hon lætta um arbeiðsgongdir, og virkar fyribyrgjandi fyri menniskjaligum feilum á lagrinum.
Hevur tú spurningar um loysnirnar frá Tasklet Factory, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tað ber eisini til at lesa meira um loysnirnar, við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Tollskipan frá NAV2DAY
Arbeiðir tín fyritøka við tollaðum vørum? NAV2DAY hevur ein tollskipan, sum kann lætta um títt arbeiði.
Skipanin er beinleiðis knýtt at tollskránni hjá Taks. Tá ið keypsordri er stovnaður, ásetur skipanin tollnummar, upprunaland, vekt og upphædd á keypsordranum. Fyri tína fyritøku merkir hetta, at tú sparir arbeiðsorku og tíð til skráseting av tollaðum vørum.
Skipanin er ment sum eitt víðkanarmodul til Microsoft Dynamics NAV/BC, sum ger hana lætta at brúka og skjóta at dagføra. Sjálvvirknið í skipanini tryggjar eisini, at færri menniskjaligir feilir uppstanda við skráseting í tollskipanini.
Hevur tú spurningar um tollskipanina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tað ber eisini til at lesa meira um tollskipanina, við at trýsta á knøttin niðanfyri.