Full 1
TOLLSKIPAN
Full 1

Tollskipan frá NAV2DAY

Tollskipanin er ætlað fyritøkum, ið innflyta vørur úr útlondum og hava tørv á tollavgreiðslu á ein einfaldan hátt.

Skipanin er beinleiðis knýtt at tollskránni hjá TAKS á netinum. Tá ið keypsordri er stovnaður ásetur skipanin tollnummar, upprunaland, vekt og kostnað, soleiðis at hetta ikki skal gerast umaftur.

  • Einfalt at nýta
  • Einfalt at avgreiða
  • Fyribyrgir feilum

Skipanin er ment sum eitt víðkanarmodul til Microsoft Dynamics NAV, sum ger hana lætta at umsita og skjóta at dagføra.