Full 1

CONTINIA

Full 1

Document Capture

Keypsváttanir og kreditnotur

Continia Document Capture er ein einføld og brúkaravinarlig heildarloysn fyri innførslu, skrásetan og virkan av keypsváttanum og kreditnotum, sum kann tilknýtast tínari Microsoft Dynamics skipan, umvegis Business Central. Skipanin skjalførir sjálvvirkið, har tú hevur møguleika at leita eftir gomlum skjølum í tínum digitala arkivi.

Skipanin kann útbyggjast við einum víðkanarmoduli, ið nevnist Continia XML Import, sum er at finna her á síðuni.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Document Output

Yvirlit yvir øllum sendum og ikki sendum skjølum

Contina Document Output gevur yvirlit yvir øll send skjøl – fysisk sum elektronisk, og tey skjøl, sum enn ikki eru send viðskiftafólki. Við skipanini fæst eitt yvirlit yvir hvussu viðskiftafólk ynskja at móttaka skjøl, so sum kreditnotur, keypsváttanir og líknandi. Við forritinum er møguleiki fyri at skráseta, hvørs kundin ynskir hesi skjøl í fysiskum formi, ella um hann ynskir at móttaka skjølini í talgildum formi. Document Output syrgir fyri, at hesar skrásetingar verða knýttar at kundanum, har skipanin sjálv syrgir fyri, at kundin fær síni skjøl í røttum formi. Skipanin er tilknýtt Microsoft Dynamics 365 Business Central.

Skipanin kann útbyggjast við einum víðkanarmoduli, ið nevnist Continia XML Export, sum er at finna her á síðuni.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Web Approval Portal

Góðkenning av skjølum

Continia Web Approval Portal gevur tær møguleika at góðkenna skjøl og fyrispurningar við fjarstøðu. Umvegis portalin fært tú atgongd til øll skjøl, sum liggja til góðkenningar, og kanst avgreiða hesi frá telduni, telefonini ella á tínum teldli.

Continia Web Approval Portal kann beinleiðis knýtast til tína Microsoft Dynamics NAV-skipan.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Collection Management

Innkrevjing av gjøldum

Continia Collection Management er ein einføld og brúkaravinarlig heildarloysn, ið fevnir um øll viðurskiftir viðvíkjandi innkrevjing av gjøldum. Við Collection Management kanst tú fylgja gjaldsstøðuni frá móttøku til avgreiðslu, og til ber eisini at gera nýggj uppskot um gjøld. Skipanin verður knýtt beinleiðis til tína Microsoft Dynamics skipan.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Expense Management

Skrásetan og góðkenning av útreiðslum

Continia Expence Management gevur tær møguleika at skráseta og góðkenna ferðaútreiðslur og aðrar viðkomandi útreiðslur hjá tíni fyritøku, umvegis Business Central. Við skipanini kunnu kvittanir fyri útreiðslur skrásetast so hvørt, við at taka mynd av kvittanini, og leggja hana til góðkenningar í skipanini. Eisini ber til at skráseta koyring umvegis Google Maps, sum skjalførslu fyri ferðing. Skipanin veitir eitt fullfíggjað yvirlit av útreiðslum í samband við ferðing og øðrum útreiðslum í samband við tína fyritøku.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Payment Management

Gjøld við bankaflyting

Continia Payment Management greiðir øll tíni viðurskiftir viðvíkjandi innkomnum gjøldum og banka, og verður tilknýtt tínari Microsoft Dynamics-skipan, umvegis Business Central. Á tann hátt slepst undan at avgreiða gjøld uttan eykakostnað av ov seinum gjaldi, tíðarspillu í samband við at rætta feilir í skrásetingini, við meira.

Payment Management er ein heildarloysn fyri gjaldi, sum tryggjar høga góðsku og góða trygd ígjøgnum alla tilgondina.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Statement Intelligence

Sjálvvirkin gjaldstilgongd

Continia Statement Intelligence ger Payment Management enn lættari, við at gera øll gjaldsviðurskiftir sjálvvirkin. Skipanin lættir um bókhaldið, við at innføra kontoavrit frá bankanum sjálvvirkið, avstemmar hjáløgd skjøl, viðheftir faktura, avrokna fleirknýtt gjøld og sjálvvirkar upprættan av inngjaldsfakturering.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

MobilePay

Gjald við MobilePay

Contina MobilePay ger tað møguligt at uppkrevja einstakar og fastar gjaldingar, sum faktura ella hald, umvegis MobilePay, sum verður tilknýtt tínum Microsoft Dynamics 365 Business Central.

Skipanin er knýtt at MobilePay, har gjaldshátturin er hin sami sum við vanligari nýtslu. Við skipanini ber til hjá tínari fyritøku at senda faktura umvegis appina, sum kundin góðkennir á sínum MobilePay.

Legg til merkis, at MobilePay ikki er virkið í Føroyum enn.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

XML Import

Sjálvvirkin viðgerð av faktura

Continia XML Import tekur niður PEPPOL og onnur XML skjøl frá tínum teldupostasavni, og flytir dátu frá fílunum og inn í Business Central, har dáta verður skrásett rætt í BC.

XML Import er eitt víðkanarmodul til Continia Document Capture, sum er ein fortreyt fyri at kunna nýta forritið. XML Import er ikki partur av tí vanliga Contina Document Capture, men má keypast við síðuna av.

Um tú kundi hugsa tær XML Import lagt afturat tínari skipan, vilja vit ráða tær til at kanna eftir, um tær fílirnar tú nýtir, kunnu nýtast í tí landinum, tú ynskir at skipanin skal virka fyri.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

XML Export

Send skjøl elektroniskt

Continia XML Export loyvir tær at senda viðkomandi skjøl elektroniskt.

XML Export er eitt víðkanarmodul til Continia Document Output, sum er ein fortreyt fyri at kunna nýta forritið. XML Export er ikki partur av tí vanliga Continia Document Output, men má keypast við síðuna av.

Um tú kundi hugsa tær XML Export lagt afturat tínari skipan, vilja vit ráða tær til at kanna eftir, um tær fílirnar tú nýtir, kunnu nýtast í tí landinum, tú ynskir at skipanin skal virka fyri.

Hevur tú spurningar til loysnina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Um tú longu ert brúkari av loysnini, kunnu vit veita tær support.

Continia Support

Kundarøkt og support

Við stóra virkseminum hjá Continia, við yvir 15.000 lisensum, hevur fyritøkan eina samstarvsskipan, ið samstarvar við partnarar í Microsoft Dynamics.

Ert tú brúkari av loysnunum frá Continia, kanst tú venda tær til NAV2DAY, sum tekur sær av kundarøkt og support fyri Continia.