- Eitt Microsoft Dynamics verkætlanar- og ráðgevingarvirki
Stovnað í 2015
Við mongum árum á baki, hava okkara starvsfólk drúgvar royndir innan verkætlanar- og ráðgevingarvirksemi, umvegis Microsoft Dynamics.
Tað vit kunnu
Vit bjóða loysnir, sum røkja og dagføra tykkara Microsoft Dynamics-skipan ella skipanir, soleiðis at hesar altíð hóska seg best til tykkara tørv og virksemi.
Okkara arbeiði
Vit leggja stóran dent á eitt gott og tætt samstarv millum okkum og kundan, so at tilboð verða snikkaði við útgangsstøði í tí ítøkiliga tørvinum hjá kundanum. Á hendan hátt fær tykkara fyritøka eina uppsetan, sum er tann skilabesta fyri tykkara tørv.
Okkara tænasta
Umvegis gott samstarv við kundan, veita vit ráðgeving eftir fyrispurningum ella tá ið hetta verður mett skilagott ella neyðugt. Við kostnaðum og treytum, ynskja vit at møta kundanum soleiðis at báðir partar eru nøgdir.
Microsoft Dynamics NAV
Gott yvirlit
Microsoft Dynamics NAV er ein fíggjarskipan, sum verður brúkt kring allan heimin. Við skipanni fáa fyritøkur og stovnar møguleika at handfara fíggjarstýring, goymslustýring, tænastu og verkætlanarstýring. Alt við einum góðum og gjøgnumskygdum yvirliti.
Løtt at nýta
Skipanin er løtt at nýta og minnir í útsjónd um Microsoft Windows og Microsoft Office. Tí er hon løtt at kenna aftur og at gerast tryggur við sum brúkari.
Skjót at taka í brúk
Vit bjóða okkum at leggja skipanina inn til tykkara, samstundis sum vit eisini veita frálæru í skipanini, soleiðis at skipanin ómakaleyst kann takast í nýtslu. Vit veita sjálvandi eisini KT-support.
Vit bjóða hesar KT-loysnir
Microsoft Dynamics Business Central
NAV2DAY Tollskipan
Tasklet Factory
LS Retail
Continia
Tollskipan
Skipanin er beinleiðis knýtt at tollskránni hjá TAKS. Tá ið keypsordri er stovnaður, ásetir skipanin tollnummar, upprunaland, vekt og kostnað. Alt hetta verður gjørt sjálvvirkið, sum sparir tær arbeiðið við at skráseta toll.